Bjóða fólki eina góða og virðiliga ferð

– Eg haldi, at tað má vera eitt tað fremsta málið hjá okkum føroyingum at kunna bjóða fólki, ið fara herfrá, eina góða og virðiliga ferð, sigur landsstýrismaðurin við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen

Landsstýrismaðurin heldur, at tilmælið um palliation, sum hann fekk handað í vikuni, er eitt gott tilmæli, ið hann vil arbeiða víðari við.

– Tað eru serkøn fólk, og eg haldi, at tað er eitt gott tilmæli, har allar støður eru hugsaðar ígjøgnum. Pengar skulu til, men nevnt verður, at vit kunnu samskipa økið betur, og tað er eisini nakað, ið eg vil arbeiða við, sigur landsstýrismaðurin.  

– Mær dámar væl tilmælið, at palliativa deildin kann halda til í Drotning Alexandrinu Hospitali. Mær dámar væl, at tá ið vit liggja til tað síðsta, at vit ikki eru inn á sjálvum sjúkrahúsinum, tí at har kann vera nógv stress. Eg haldi tað er gott, um sjúklingurin kann hava frið. Her er eitt umhvørvi, sum er beint uttanfyri eitt høvuðssjúkrahús, og tað er gott, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.


Ongar pengar í 2020

Men hóast hann er jaligur til ætlanirnar, so vil hann tó ikki játta pengar til økið enn.

– Eg eri sinnaður at seta pengar av, men eg kann ikki lovað nakað til komandi ár. Fíggjarætlanin er farin frá okkum og skal vera samtykt 20. desember, so tað er ov seint at fáa nakrar pengar til 2020. Kanska vit tó kunnu fáa 500.000 krónur til palliativa toymið, so byrjan kemur á. Men eg kann ikki lovað nakað, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Les eisini: Mæla til at fáa palliativa deild