Bjóða ungdóminum at læra seg at vera politikari

Nú sleppur ungdóminum at á Løgting í tveir dagar

Myndin er frá einum undanfarnum Ungdómstingi

Myndin er frá einum undanfarnum Ungdómstingi

Nú er avgjørt, at Ungdómsting verður aftur í februar. Sostatt sleppa næmingarnir í framhaldsdeildini at arbeiða sum politikarar í tveir dagar, og tað verður mánadagin 3. februar og týsdagin 4. februar.

Hesar dagarnar verður Løgtingið mannað við skúlanæmingum í framhaldsdeildini og teir seta dagsskránna sjálvir. Har fara teir at leggja uppskot fram og at viðgera tey, akkurát sum Løgtingið ger.

­– Hetta er ein frálíkur møguleiki hjá næmingunum at skifta orð um ymisk evni, sum eru týdningarmikil fyri tey, siga tey í Løgtinginum.

Tað eru 33 løgtingslimir, men á ungdómstingunum fara 32 tinglimir at sita, og tann seinasti tinglimurin verður so løgtingsformaðurin sjálvur.

Endamálið við Ungdómstinginum er at geva næmingunum størri innlit í fólkaræðið, at læra næmingarnar at vera ein virknari partur av fólkaræðinum og at vísa næmingunum í verki, hvussu fólkaræðið virkar.
Endamálið er eisini at geva næmingunum innlit í, hvør leikluturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá Løgtinginum fevnir um.

Næmingar skulu sjálvir skriva uppskot, sum tey vilja hava ungdómstingið at viðgera og tey skulu sendast Løgtinginum frammanundan.

Hetta er sjeyndu ferð, Ungdómsting verður hildið í Føroyum. Seinast, ungdómsting var, var í 2016 og tá vóru seks skúlaflokkar úr seks skúlum, við.

Tey 32 ungdómstingfólkini viðgjørdu 12 lógaruppskot, sum snúðu seg um skúlaviðurskifti, valrætt, ferðslu, rúsdrekka og onnur mál.

Formansskapurin hevur sett sær sum mál at gera hetta afturvendandi tiltak so væleydnað, at tað framhaldandi kann vera liður í útbúgvingini av okkara ungdómi, sigur Løgtingi. 

Myndin er frá einum undanfarnum Ungdómstingi