So tapti Chelsea

Fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum hevur Chelsea tapt

Mynd: (Polfoto) Innskifti málverjin hjá Newcastle, Jak Alnwick, átti sín lut í sigrinum

Mynd: (Polfoto) Innskifti málverjin hjá Newcastle, Jak Alnwick, átti sín lut í sigrinum

Chelsea hevur verið greitt tað besta liðið í Premier League í hesum kappingarárinum, men nú eru teir ikki longur ósigraðir. Tað hendi eftir, at teir í dag taptu 2-1 fyri Newcastle. Innskifti Papiss Cisse bleiv hetjan við tveimum málum.

 

Les eisini: Fótbóltspanelið um Premier League hetta vikuskiftið

 

Chelsea legði annars fyri sum tann favoritturin, teir vóru undan dystinum. Tað var ikki fyrr enn aftaná ein hálvan tíma, at Newcastle á fyrsta sinni megnaði at fáa eitt skipað álop. Í seinna hálvleiki kom Newcastle á odda, tá innskifti Papiss Cisse sendi eitt avrættað innlegg í mál.

 

Síðani trýsti Chelsea og skifti millum annað Didier Drogba inn. Tað kostaði í hinum endanum, tá Papiss Cisse enn eina ferð kundi skorað. So sá alt liðugt út, men í minuttinum eftir 2-0 málið fekk Steven Taylor, miðverji hjá Newcastle, reytt kort. Umframt, at Didier Drogba stútaði eftirfylgjandi frísparkið í mál.

 

Les eisini: Sergio Aguero brúkar minst tíð

 

Newcastle megnaði at halda Chelsea frá fatinum, hóast oddaliðið millum annað rakti stongina. Sostatt er fyrsta tapið hjá Chelsea í hesum Premier League kappingarárinum veruleiki. Chelsea er seks stig frammanfyri Manchester City, meðan Newcastle í løtuni er nummar sjey.

 

Premier League 15. umfar:

 

Newcastle – Chelsea 2-1 (0-0)

1-0 Papiss Cisse, 57

2-0 Papiss Cisse, 79

2-1 Didier Drogba, 83

(Reytt kort: Steven Taylor, Newcastle 81)

 

Hull – WBA (15.00)

Liverpool – Sunderland (15.00)

QPR – Burnley (15.00)

Stoke – Arsenal (15.00)

Tottenham – Crystal Palace (15.00)

Manchester City – Everton (17.30)