Blað: 16.241 órøtt uppáhald frá Trump

Donald Trump hevur fyrstu trý árini av embætisskeiði sínum sum forseti í USA logið 16.241 ferðir, skrivar Washington Post.

 

 

Blaðið hevur faktakekkað allar almennar útsagnir, sum Donald Trump hevur havt, síðani hann flutti inn í Hvítu Húsini í januar í 2017. Blaðið kemur til ta niðurstøðu, at forsetin hevur tað ógvuliga avslappað við sannleikanum.

Washington Post staðfestir, at tað framvegis koma fleiri órættar útsagnir úr munni forsetans og Twitter-konto hansara. Meðan Trump fyrsta árið sum forseti í miðal hevði 5,9 órættar ella villleiðandi uppáhald um dagin, so var talið annað árið næstan trífaldað til 16,5 um dagin.

/ritzau/NTB