Blái Krossur fingið nýggja seymistovu

- Endamálið við seymistovuni er at seyma klæðir til børn úr endurnýtsluklæðum, sigur Blái Krossur.

 

Klæðir vera regluliga latin til Blákross-búðirnar kring landið. Hesi verða seld til endurnýtslu og til gangs fyri mong. Men, tað er tó ikki alt, sum verður selt. Tað, sum hongur í sølubúðunum yvir eitt longri tíðarskeið, verður skilt frá í tríggjar partar.

- Tað, sum ikki kann brúkast, verður koyrt á Brennistøðina. Sumt verður latið til vælgerandi endamál í útlandinum og serliga jakkar, skjúrtur og buksur úr góðum tilfari, verður nú sent til Ný Ný.

Men, hvat er so Ný Ný?

Jú, tað er nýggja sonevnda nýnýtslu seymistovan hjá Bláa Krossi, sum hevur til endamáls at seyma klæðir til børn úr endurnýtsluklæðum frá Blákross-búðunum.

- Við góðari hjálp frá “Megna títt lív” hava vit nú fingið góð og stór arbeiðsborð og við umhvørvisstuðlinum, sum vit fingu frá Tórshavnar kommunu, hava vit keypt seymimaskinur og overlock’arar.

Hjá Bláa Krossi vísa tey á, at verkætlanin fer at loyva atgongd til øll, sum eru áhugað, hugbundin og vilja vera virkin innan nýnýtslu. - Í desember verður eisini skipað fyri verkstovu, har til ber at evna góðar vørur at leggja undir jólatræið, siga tey hjá Bláa Krossi í dag.