Blái Krossur steingir handlarnar

Teir fimm handlarnir hjá Bláa Krossi lata aftur, og hetta ávirkar bæði viðskiftafólkini, og starvsfólkini, sum nú ikki hava hesar sjálvbodnu tænasturnar at fara til

Blái Krossur hevur fimm handlar kring landið. Ein í Havn, tveir í Saltangará og tveir í Miðvági. Talan er bæði um Blákrossbúðir og Endurnýtslur. Umleið 300 sjálvboðin fólk eru knýtt at hesum handlunum.

– Sum støðan nú er, so er virksemi okkara eisini ávirkað av átøkunum, sum almennu myndugleikarnir mæla til fyri at fyribyrgja smittu av COVID-19 virusinum, sigur Dakko Petersen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya.

Um annað virksemi hjá Bláa Krossi, sigur felagsskapurin soleiðis:

Blákrossheimið á Nesi hevur opið sum vanligt og viðgerðin heldur fram fyri tey, sum eru inni. Vit hava sett tiltøk í verk at verja tey, sum eru í viðgerð.

Umsorganarheimið í Lynggøtu í Havn er opið, men vit hava sett tiltøk í verk at verja tey, sum búgva har.

“Øll hava rætt til góð barnaár” hava ikki bólkar og taka ikki børn, ung og familjur inn til samtalu, men samtalur verða kortini gjørdar umvegis talgildu miðlarnar og við vanligari telefonsamtalu.

“DAT-Ung” viðgerðartilboðið tekur heldur ikki nýggj fólk inn til viðgerð, men her er tað sama galdandi sum omanfyri nevnt, samtalur verða veittar umvegis talgildu miðlarnar og telefon, sum verandi brúkarar kenna.

Starvsfólk hjá Bláa Krossi Føroya/Fyribyrgingardeildini ferðast ikki kring landið at vitja skúlar, stovnar o.a., nú flestu skúlar og stovnar eru stongdir.

Hesi tiltøk og ásetingar eru í gildi tvær vikur fram ella tá onnur kunning verður gjørd.

Blái Krossur skuldi hava aðalfund og tiltak í Fuglafirði í gjár, men tað varð eisini útsett vegna áheitanina frá myndugleikunum.