Blandaðar uppgávur hjá løgregluni í gjár

Men sum heild hevur tað verið stak friðarligt

Tað hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni í gjár og í nátt. Tó so hevur løgreglan tikið tveir bilførarar, sum eru undir illgruna fyri at hava koyrt við kenning og nú er so blóðroynd tikin av teimum báðum.

Og beint fyri midnátt ringdu tey frá felagnum, Heimafriður, at boða frá, at eitt skip lá við Vestaru bryggju í Havn og har hildu tey slíkan gang, at tað var til ampa fyri fólk.

Heimafriður er eitt felag, sum virkar fyri at at fólk skulu fáa frið heima hjá sær sjálvum. Tað, sum felagið hevur gjørt serliga nógv við, er at virka fyri, at larmur, roykur, ristingar, roykur og ljós frá skipum, ella øðrum virksemi á havnarløgum, ikki skal vera til ampa fyri fólk.

Løgreglan sigur, at tey fóru á staðið at kunna seg um viðurskiftini, men niðurstøðan var, at har var ikki meiri larmur enn hvat væntandi er frá einum skipi og at tað varð heldur ikki arbeitt umborð, ella á bryggjuni í sambandi við skipið, Sostatt gjørdu tey ikki meiri við málið, sigur løgreglan.

Beint eftir døgverða í gjár ringdi ein kvinna til løgregluna at boða frá, at hon hálvavegna hevði gingið seg í óføri í Sandoynni.

Hon var farin ein túr við trimum smábørnum, men so kom hon soleiðis fyri, at hon tordi hvørki aftur ella fram við trimum smábørnum.

Løgreglan ringdi til staðkend fólk og tað var skjótt at tey høvdu hjálpt teimum oman aftur á slætt, so har var eingin vandi á ferð.