Bleiv álopin á skeinkistaði í nátt

Løgreglan veit, hvør gerningsmaðurin er

Í gjárkvøldið bleiv ein maður álopin av einum øðrum manni inni á einum skeinkistaði í Havn. Maðurin, sum bleiv sligin, fekk skaða, og hann hevur verið til kanningar á Ladssjúkrahúsinum, fortelur løgreglan.

Løgreglan fekk fráboðan um málið í gjárkvøldið um 23:30-tíðina.

– Har var ein navngivin gerningsmaður, og vit fingu fatur á viðkomandi aftaná, sigur vakthavandi hjá løgregluni.

Gerningsmaðurin er blivin skuldsettur fyri harðskap, og hann bleiv ikki avhoyrdur beinanvegin í gjár, tí hann var ov fullur.