Bleiv noktaður atgongd til ES-parlamentið

Puigdemont á vitjan í Føroyum í fjør. Mynd: Álvur Haraldsen

Puigdemont á vitjan í Føroyum í fjør. Mynd: Álvur Haraldsen

Fyrrverandi katalanski forsetin Carles Puigdemont slapp ikki inn í ES-tingið, tá hann í gjár møtti til arbeiðis. Hetta hóast hann á ES-valinum í farnu viku vann ein av sessunum hjá Spania. Tað skrivar Politico.eu.

Sambært Puigdemont vórðu bæði hann og Antoni Comín, fyrrverandi katalanski heilsumálaráðharrin, noktaðir atgongd til bygningin eftir boðum frá aðalskrivaranum hjá ES-parlamentinum.

Bæði Puigdemont og Comín eru í løtuni búsitandi í Brússel, aftaná at teir í 2017 flýddu úr Spania undan skuldsetingum fyri teirra leiklut í katalanska stríðnum fyri loysing.

Kortini sluppu teir at stilla upp til ES-valið, aftaná at spanski hægstirætturin hevði staðfest, at tað ikki var møguligt at sýta teimum tað.

Ein talskvinna fyri ES-parlamentið upplýsir fyri Politico, at stovnurin einans kann veita neyðugu loyvini til tinglimir, tá tey hava fingið handað ein samlaðan lista yvir øll tey valdu frá í einum landi. Kortini ber til at veita fyribils undantøk fyri at lætta um arbeiðið.

Sambært talskvinnuni vóru teir báðir noktaðir atgongd, tí ES-parlamentið hevur ongan lista fingið frá sponsku myndugleikunum og hevur man avgjørt ikki at veita nøkur fyribils loyvir inntil ein slíkur listi er komin. 

Puigdemont á vitjan í Føroyum í fjør. Mynd: Álvur Haraldsen