Blivið lættari við árunum at reika fyri Summarfestivalinum (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við Erik Biskopstø frá Summarfestivalinum greiða frá mununum at reika fyri í 2004 og í 2019

Mynd: Petur Asbjørn Lervig

Mynd: Petur Asbjørn Lervig

##med2##

Nógv er broytt hjá Summarfestivalinum síðani fyrsta festivalin í 2004. Hetta staðfestir ein av høvuðsfyrireikarunum, Erik Biskopstø í samrøðu við Petur Asbjørn Lervig, reportara hjá FM1.

Tveir teir fyrstu summarfestivalarnir vóru í gomlu tíðini áðrenn Norðoyatunnilin lat upp, og tað kundi geva nakrar fløskuhálsar. Við Norðoyatunnilin er alt vorðið lættari.

Flogtøknin er eisini ment nógv síðani 2004, og regulariteturin argar sjáldsamt nú á døgum, og tí hava fyrireikararnir minni ekka av um tey stóru útlendsku tónleikanøvnini eru lend í øllum góðum.

Í ár verður Erik Biskopstø ikki ein av tónleikarunum hjá Dynamittperlunum. Erik fegnast um góða veðrið higartil. Í annaðkvøld verður kalt, men Erik væntar, at við einari heitari troyggju verður tað eingin trupuleiki.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Erik Biskopstø.

##med3##

Mynd: Petur Asbjørn Lervig

(Summarfestivalssamrøða við Erik Biskopstø)