Blóðið setir fleiri spurningar enn svar

Blóðið av Anne-Elisabeth Hagen, sum nú er staðfest í heiminum í Lørenskog, setir eftir øllum at døma fleiri spurningar enn svar.

 

Tommy Brøske, kanningarleiðarin í gátuføra málinum um norsku ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, sigur, at tað er altíð ein avbjóðing at loysa eitt møguligt drápsmál uttan at hava eitt lík. 

Sambært norska blaðnum VG setir blóðið av Anne-Elisabeth Hagen, sum nú er staðfest í heiminum í Lørenskog, fleiri spurningar enn svar, tí tað var her, at hjúnini búðu.

Norska løgreglan roynir nú at finna út av, hvussu blóð av konuni kann vera endað, har tað nú er staðfest, og roynt verður at finna út av, um hetta hevur nakað við morgunin at gera, tá hon sporleyst hvarv hin 31. oktober í fjør.

VG hevur skift orð við fleiri serfrøðingar, rættarlæknar og kriminalteknikarar, sum siga, at tað eru eingir kvalifiseraðir hættir, sum kunnu staðfesta, hvussu gamalt blóðið er.

Tað verður granskað í slíkum, men sum skilst ræður stór óvissa um hetta. Tað kunnu nevniliga vera so nógv ymisk viðurskifti, sum spæla inn, eitt nú hiti og væta, siga læknar og serfrøðingar við VG.