Blómuhandilin Árstíðirnar flytir í nýggj høli

Elsti blómuhandilin í Havn, Árstíðirnar, flytir nú í nýggj høli á Skálatrøð 18, við síðuna av Østrøm.

Handilin hjá Árstíðunum hevur øll verið í J. C. Svabos gøtu, men nú virksemið er vaksandi, er tørvur á nýggjum handilshølum.

36 ára gamli blómuhandilin hevur í øll ár veitt hágóðskublómur til sera trúfastan og nøgdan kundaskara. Síðstu árini hevur nethandilin hjá Árstíðunum, blomur.fo, eisini havt sína ávirkan á vaksandi søluna.

– Nýggju og størru handilshølini á Skálatrøð fara at geva okkum heilt aðrar møguleikar at vísa fleiri nýggjar, spennandi og kreativar vørur fram fyri okkara viðskiftafólkum, sigur Rúna Lamhauge, sum hevur átt handilin síðani 2016.

##med2##

Rúna sigur, at vøruúrvalið í nýggja handlinum verður víðkað nakað, soleiðis at størri samanplantingar og størri lutir til heimið verða at fáa í nýggja handlinum.

– Økið við Skálatrøð er serstakt, og vóna vit, at handil okkara kann leggjast afturat teimum spennandi og kreativu handlunum og fyritøkum, sum longu eru á Skálatrøð-økinum, leggur Rúna afturat.

##med3##

– Og so eru tað okkara ómetaliga dugnaligu starvsfók. Vørurnar frá Árstíðunum bera eyðkenni av tí dugnaskapi og nærlagni, sum okkara starvsfólk vísa hvønn dag, sigur Rúna at enda.

##med4##

Í samband við at Árstíðirnar flytir á Skálatrøð, verður móttøka í nýggja handlinum hósdagin 4. apríl kl 15.

– Øll eru hjartaliga vælkomin.