BluesPerlan 2021

Fyrsta BluesPerlan, í 2014, var fyriskipa fyri at heiðra bluestónleikinum í Føroyum. Longu frá fyrstu ferð var stórur áhugi fyri hesum tiltaki og fyrireikararnir Uni Debess og Edvard Nyholm Debess settu sær fyri at halda á framm við hesum árliga bluestiltaki, sum nú verður fyri áttindu ferð.

BluesPerlan byrjaði í Perluni í Tórsgøtu í Havn (harav navnið), og tá tiltakið síðan flutti inn í Reinsaríið valdu fyrireikararnir at taka navnið við - tí hetta er blivið ein perla í føroyskum bluestónleiki.

Gjøgnum árini hevur dentur verið lagdur á at hava eina fjølbroytta skrá við bæði nýggjum, góðum gomlum og útlendskum. Hetta seinasta hevur ikki borið til hvørki í ár ella í fjør, tá BluesPerlan var stroyma á alnótini. Men nú verður hon aftur sum konsert, leygarkvøldið 10. apríl, kl. 21.00 í Reinsarínum.

Tríggjir av limunum í navnframa Froðbiar Sóknar Blues Orkestri hava nú tikið seg saman í Froðbiar Blues Orkestur. Við Kristian Holbæk á odda koma teir nú við teirra swingandi bluesútsetingum, og ikki minst nú eisini við unga Óla á guitar - gott gamalt við nýggjum íblástri.

Sigmund V. P. Zachariassen gjørdi fyrstu ferð um seg á føroyska bluespallinum í 2013 við útgávuni Seven Sheep Farm Blues. Sigmund hevur síðani sligið sítt navn fast í ymiskum tónleikahøpum, og ikki minst seinast í duo’ini Kóboykex. Sigmund upptraðkar við sínum bólki og spennandi verður at síggja og hoyra hvat hesir bluesgarparnir koma við.

Uni Debess og Edvard Nyholm Debess hava í vár ferðast runt í Føroyum við tónleikinum á útgávuni Debess Blues Station. Á BluesPerluni koma teir við nýggjari skrá, sum er eitt bland av løgum av fimm ymiskum útgávum. Við sær hetta kvøld hava teir trummuspælaran James Philip Goodwin, sum í nøkur hevur búð og virka í Føroyum.

Alt í alt ein forkunnug skrá, sum borgar fyri einum fjølbroyttum upplivilsi í blueslandi hetta leygarkvøldið.