Bob Barker eystanfyri Sandoynna

Bob Barker er í løtuni á veg inn móti sund við danska verjuskipinum HMDS Triton í hølunum.

Sea Shepherd skipið Bob Barker er nú í komin í føroyskt sjóøki og er í løtuni eystanfyri Sandoynna við kós móti Sund.


Myndugleikarnir halda tó væl eyga við skipunum hjá Sea Shepherd, og manningin umborð á Bob Barker fekk skjótt ásanna hetta. Skipið var ikki meira enn komi innum føroyskt sjómark, áðrenn danska verjuskipið HDMS Triton lá fyri teimum. Danska verjuskipið liggur nú í hølunum á Bob Barker og fylgir teimum inn á Sund.


Bob Barker er triðja skipið hjá Sea Shepherd, sum er í Føroyum. Frammanundan eru skipini Sam Simon og Brigitte Bardot í Føroyum.