Boð kunnu koma um at brúka masku

Forsætisráðharrin slær fast, at danir kunnu gloyma alt um at sleppa á diskotek í august.

- Vit hava bert sæð byrjanina, tá ræður um nýtslu av masku, sigur Mette Frederiksen.

- Vit hava bert sæð byrjanina, tá ræður um nýtslu av masku, sigur Mette Frederiksen.

 

Í kvøld skrivar danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen á sínari Facebook-síðu, at tað ikki er óhugsandi, at boð kunnu koma um at brúka munnbind í Danmark. - Eg trúgvi, at vit bert hava sæð byrjanina, tá ræður um nýtslu av masku, og vit kunnu sum stjórn ikki avvísa, at tað kann gerast neyðugt at seta krav um hetta fleiri staðir í samfelagnum.

Fráboðanin hjá forsætisráðharranum kemur, eftir at tað er vorðið eitt krav, at fólk, sum koyra í almennum flutningi í Aarhus, skulu brúka munnbind ella masku. - Eg veit væl, at tað er nýtt fyri flestu av okkum at brúka munnbind í almennari ferðslu. Hetta er ikki nakað, vit í Skandinaviu eru von við, sigur forsætisráðharrin.

Hon vísir á, at við at halda frástøðu, hava gott reinføri, nýtslu av munnbindi og øðrum kunnu vit gera nógv fyri, at smittan ikki spjaðist. - Tað er hetta, sum er tað týdningarmesta. Men, har tað kortini hendir, seta vit skjótt inn - kanna, spora og avbyrgja. Vit kunnu seta lokalar avmarkingar og - um neyðugt - kunnu vit steingja.

Forsætisráðharrin slær fast, at danir kunnu gloyma alt um at sleppa á diskotek í august.

- Upprunaliga var ætlanin at byrja eina uppafturlating, men tað er støðan hjá stjórnini, at hetta verður skotið út. Eg veit, at eisini mentan, ítróttur og hotelvirksemi eru undir trýsti, skrivar Mette Frederiksen m.a. á sínari Facebook-síðu í kvøld.

 

 

- Vit hava bert sæð byrjanina, tá ræður um nýtslu av masku, sigur Mette Frederiksen.