Boða frá vamli og høvuðpínu

Dagliga fær Heimafriður fleiri klagur um larm. Enntá børn og ung gremja seg um høvuðpínu, vaml, hjartabankan og pínu, sum minnir um oyrnastingir. Í nærum hálvtannað ár hevur Heimafriður heitt á kommunurnar um at tryggja fólki hvíld, men framvegis líða børn sum vakins døgnið runt undir ótolandi gangi

Klagur um larm streyma inn til Heimafrið, men summa staðni er tað sum at tosa fyri deyvum oyrum, at venda sær til kommunurnar. Serliga illa stendur til í Runavík, har konstant nógv larmandi skip liggja inni.

Tey fólkavaldu vilja einki gera og siga seg einki fáa gjørt fyrrenn ein kunngerð, sum landsstýrismaðurin hevur lovað at senda út, við gildiskomu 1. januar 2021, er komin. Men hjá teimum, sum líða soleiðs og liggja svøvnleys nátt eftir nátt, er leingi at bíða til 1. januar. Fleiri orka illa at arbeiða og liva í einum støðugum ótta fyri larminum. Fleiri rýma frá húsum, men ikki øll hava nakrastaðni at fara.

Tað ber ikki til at seta seg afturá at bíða til 1. januar eftir einari kunngerð, sum kommurnar væl vita, bara fer at taka broddin av trupulleikanum.

Skip ein heilag kúgv

Vanliga royna vit øll at vera still um næturnar, so vit ikki órógva svøvnfriðin hjá fólki. Koma vit heim seint eina nátt, so ganga vit á tá fyri ikki at vakja húsfólkið.

Men tá tað kemur til arbeiðið í sambandi við skip, so virkar tað sum, at menn skifta ham og absolut eingi atlit verða tikin. Sjálvt har, sum tað ber til at minka um gangin, verður tað ikki gjørt.

Dunandi skip, gnístandi ósmurdir kranar, loðsbátar sum speeda upp og brúka hestakreftir langt yvir tað, sum er neyðugt, og bingjur, sum verða sleptar av allari kraft niður á bryggjuna. Hetta eru alt viðurskifti, sum tað ber til at loysa.

Sjálvsagt skal vinnan kunna virka, men tað er eingin umbering fyri at halda gang um næturnar, tí tað ber væl til at arbeiða uttan at órógva. Tað skal nakað gerast fyri at koma larminum til lívs, men tað er ikki ómøguligt og kostar lítið í mun til stóru inntøkurnar hjá vinnuni.  

Viljin hjá kommunum sýnist lítil fyri loysnum og virðingin fyri náttarfriði er at síggja til eingin.

Ein bingja, sum kann veita fleiri skipum streym, kostar umleið 7 milliónir krónur. Við einari lítlari íløgu, kann vinnulívið sostatt halda ótarnað fram við sínum virksemi, uttan at órógva grannarnar. Heimafriður veit um føroyskar veitarar, so tað er eingin umbering hjá kommununum um ikki at loysa trupulleikan.

Um kommunurnar hava brúk fyri inntøkum, so kann tað ikki vera upp á kostnaðin av heilsuni og arbeiðsførinum hjá fólki.

Heimafriður vil enn einaferð vegna borgarar í Føroyum boða bý- og bygdaráðum frá, at fólk hava tørv á hvíld og svøvni hvørja einastu nátt. Bara ein nátt uttan svøvn ger tey óarbeiðsfør næsta dag.

Tað, sum skal til er at nokta larmandi skipum í havn, inntil loysnir til landsstreym eru klárar at taka í brúk. Harnæst eiga krøv um ljóð at vera sett til amboð og maskinur.

Ótolandi og órógvandi larmur eigur at vera ein farin tíð.

Trina Elttør Eysturoy, forkvinna