Boða ikki frá mistum laksi

Norska Fiskivinnustýrið tekur tað í álvara, tá alilaksur verður mistur.

 

Norska Fiskivinnustýrið hevur ikki fingið nakra fráboðan um laks á 2-4 kilo, sum er sloppin úr alinót og er endaður innast í Olotfjørðinum. Alilaksur er soleiðis eisini endaður í einum vatni um hesar leiðir, kallað Salangsvassdraget.

Stýrið hevur sett seg í samband við alifyritøkur í umhvørvinum fyri at finna út av, hvør kann hava mist laksin. Tað var seinasta fríggjadag, at Fiskivinnustýrið fekk fráboðan um veiði av aldum laksi á Troms-leiðini í Noregi.

Otto Andeassen, deildarleiðari á Fiskivinnustýrinum, sigur, at tey hava fingið fráboðan um alda laksin, sum er sloppin úr aliringi, men at tað ikki er alment, hvør fráboðarin er.

- Vit hava fingið at vita um 20-30 alilaksar, sum eru veiddir seinastu 2-3 vikurnar, og vit royna nú at fáa greiði á, hvør hevur mist laksin. Vit hava eisini biðið alarar hyggja neyvt eftir, um hol er á nótum.

Deildarleiðarin á Fiskivinnustýrinum sigur við wwwkyst.no, at higartil hava tey ongar afturmeldingar fingið um mistan laks, og tískil vita tey heldur ikki í løtuni, hvør alari hevur ábyrgdina av hesum.