Bøndur fara nú at selja ferðir í føroysku náttúruni

Jarðir, ið er felagið hjá bóndum og óðalsmonnum, kemur nú við við nýggjari heimasíðu, har ferðir í haga kring alt landið verða seldar

Sigert Patursson, formaður í Jarðir og bóndi á Vatnaskørðum (Mynd: Álvur Haraldsen)

Sigert Patursson, formaður í Jarðir og bóndi á Vatnaskørðum (Mynd: Álvur Haraldsen)

– Vit fara at koma við kunning um henda nýggja pallin – eg vænti, at tað verður seinni í vikuni, sigur Sigert Patursson, stjóri í Jarðir.

Í fleiri mánaðir hava bøndur og óðalsmenn arbeitt við loysnum at bjóða fram og selja ferðir í høgum kring landið.

Stjórin vil ikki siga so nógv um innihaldið á nýggja pallinum, men hann segði soleiðis við Sosialin seinasta summar:

– Ferðavinnan er hjartaliga vælkomin, men tey, ið sita á jørðini, mugu eisini fáa sín part av inntøkunum. Og talan er ikki um smápengar, men pengar í milliardaklassanum. Ferðavinnan er ikki burðardygg, um øll inntøkan endar í Havn. Hon má skaffa inntøkur kring landið, sigur Sigert Patursson.


Alt á einum palli

Stjórin í Jarðir talar áhugamálini hjá bóndum og óðalsmonnum. Og teir vilja ikki, at tað bara eru ferðasmiðirnir – føroyskir og útlendskir – ið skulu fáa inntøku av ferðavinnuni.

– Ein stórur partur av ferðafólkunum, ið koma hendanvegin, hava goldið nógv fyri ferðir, og ein stórur partur av endamálinum er at ganga í føroysku náttúruni. Pengarnir enda í lummunum hjá ferðasmiðunum, men ikki hjá jarðareigarunum, sum hava rættin til jørðina. Tað, sum vit ynskja, er at selja allar túrar í náttúruni á einum felags palli, og tá skuldi verið óneyðugt við gjaldsportrum ymsastaðni kring landið, sigur Sigert Patursson.

Sum skilst er talan at hava skipaðar útferðir við ferðaleiðarum ella aðrar loysnir.

Lesið meira í dagsins Sosiali, sum er at fáa til keyps í sølubúðum kring landið. 

Sigert Patursson, formaður í Jarðir og bóndi á Vatnaskørðum (Mynd: Álvur Haraldsen)