Bøndur skulu ikki sleppa at krevja pengar fyri einki

Ferðavinnufelagið hevur nøkur góð ráð um, hvussu ferðavinnan í fjøllunum skal skipast

Lopranseið við Beinisvørði aftanfyri. Fólk skulu ikki verða noydd at gjalda pengar fyri hesa sjónina, heldur Ferðavinnufelagið. Mynd: Eileen Sandá

Lopranseið við Beinisvørði aftanfyri. Fólk skulu ikki verða noydd at gjalda pengar fyri hesa sjónina, heldur Ferðavinnufelagið. Mynd: Eileen Sandá

Bøndur skulu ikki sleppa at krevja gjald frá fólki, sum vilja sleppa í hagan, uttan so at teir eisiin veita eina tænastu aftur fyri.

Tað heldur Ferðavinnufelagið, nú landsstýrið ætlar at gera nýggjar reglur fyri, hvussu ferðavinnan í føroysku náttúruni skal skipast.

Heldur enn at taka gjøld, eiga vit at hava tilboð til ferðafólkini, sum vit kunnu taka pening fyri. Hinvegin eiga bøndur ikki at sleppa at seta seg uttanfyri vinnuna og taka gjøld frá ferðafólki, uttan at lata nakra tænastu aftur fyri, heldur Ferðavinnufelagið.

Ferðavinnufelagið sigur, at í hesum sambandi verður neyðugt at hugsa um, at vinningurin í ferðavinnuni er framvegis lágur og tí skal dentur ikki leggjast á at vinda so nógv burtur úr hvørjum einstakum ferðafólki sum gjørligt.

Ferðavinnan er ein útflutningsvinna sum er í kapping við allan heimin. Tað er dýrt at ferðast til Føroya og skulu ferðafólk harafturat rinda alskyns gjøld í Føroyum, tekur tað kappingarførið frá okkum, samstundis sum at vit missa okkara sjarmu sum ferðamál, heldur Ferðavinnufelagið.

Tey minna eisini á, at longu sum er hava vit eitt lutfalsliga høgt ferðagjald upp á 65 krónir á øllum ferðaseðlum úr Føroyum.

Fyri at fáa kapping í ferðavinnuna, er Ferðavinnufelagið av teirri sannføring, at tað ikki bara verður bóndin sjálvur, sum sleppur at bjóða ferðafólki útferðir í fjøllunum.

Talan skal vera um eina einfalda gjaldsskipan, sum verður galdandi fyri alt landið, og hesum sambandi halda tey, at ein loysn kann vera, at ferðafólk, sum koma higar, skulu kunna keypa sær eitt náttúrupass.

Og ein partur av inntøkunum av ferðavinnuni skulu brúkast til náttúruvernd og menning.

Ferðavinnufelagið heldur, at nýggja reglugerðin skal tryggja, at fólk hava rætt til at ganga í fjøllunum - men tað má sjálvandi verða við avmarkingum.

– Felagið hevur einki ímóti, at ávís øki verða stongd fyri ferðafólki, tí tey verða mett at vera ov viðbrekin ella vandamikil, sigur Ferðavinnufelagið.

Me føroyska náttúran er fjølbroytt og tað er ymiskt, hvussu ferðavinnan ávirkar ymisk øki. Tí heldur Ferðavinnufelagið, at Føroyar kunnu býtast sundur í tríggjar sonur: 

-  Sona 1: kundi verið tjóðarlundir við nógvum avmarkingum.
-  Sona 2: kundi verið øki, har ferðaleiðari er eitt krav av trygdarávum.
-  Sona 3: kundi verið trygg øki, har øll hava frítt at fara.

Í Sosialinum, sum kemur í kvøld, hava vit drúgva grein, har Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í bæði ferðavinnu og landbúnaði, sigur sína meining um hesi viðurskiftuni 

Lopranseið við Beinisvørði aftanfyri. Fólk skulu ikki verða noydd at gjalda pengar fyri hesa sjónina, heldur Ferðavinnufelagið. Mynd: Eileen Sandá