Bøndurnir kring landið fáa sín vilja

Nú sleppa teir aftur at skjóta fugl, sum ger stóran skaða hjá teimum

Nú verður aftur loyvt at skjóta grágás. Grágásin er annars friðað í Føroyum, men fyri nøkrum árum síðani, fingu bøndur loyvi til at skjóta grágás, tí hon ger stóran skaða í bønum. Summastaðni er nógv til av grágás og hon etur ein rættiliga fittan part av grasinum, sum bóndin annars skuldi hava til vetrarfóður.

Heimildin at skjóta grágás fór úr gildi 31. mai í fjør, men síðani hava bøndur strongt á at fáa loyvi aftur at skjóta grágás, tí trupulleikin av henni er ikki burtur og tað er ein dýr søga hjá teimum, at grágásin etur so nógv gras.

Og nú fáa bøndurnir sín vilja, tí Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, ætlar nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at geva bøndrum loyvi til at skjótagrágás fyri at »verja lendið og grøði«, sum tað stendur.

Hjá teimum, sum ikki vilja skjóta hana, stendur tað frítt fyri at skjóta upp í logt fyri at styggja hana burtur.

Landsstýrismaðurin ger vart við, at hóast loyvi verður givið til at skjóta grágás, skal hon framvegis kunna nørast í landinum, og tí er bara loyvt at skjóta, meðan grágásin situr á veltum lendi. Og tann, sum vil sleppa at skjóta grágás, skal søkja Umhvørvisstovuna um loyvi til tað, áðrenn nøkur gás verður skotin.

– Grágásin er sostatt framvegis friðað móti skjóting og veiðu á óveltum lendi. Afturat hesum er ikki loyvt at skjóta grágás, meðan hon bølir á eggum og hevur ungar, sigur hann.

Lógin kemur í gildi, tá ið hon er samtykt, og tað verður væntandi einaferð í vár - og hon er galdandi til 31. desember í 2025.