Børn og ung á Tvøroyri sleppa ókeypis til øll frítíðarítriv

Tvøroyar Býráð fer at rinda fyri frítíðarítriv hjá børnum og ungum

Fyrst var tað Runavíkar Býráð, sum breyt upp úr nýggjum, og so fylgdu grannarnir á Nesi, eftir

Og nú fer eisini Tvøroyrar Býráð at rinda fyri øll frítíðarítriv hjá børnunum og teimum ungu í kommununi, sigur Javnaðarflokkurin í Tvøroyrar Býráð á Facebook í kvøld.

Javnaðarflokkurin hevur meirilutan í býráðnum, og sostatt fer eisini Tvøroyrar Býráð at geva øllum børnum og ungum eitt frítíðarkort um árið við 2.000 krónum á.

Men á Tvøroyri fara tey longur enn aðrar kommunur, tí frítíðarkortið á Tvøroyri verður galdandi fyri øll, heilt frá nýføðingunum, til tey fylla 18 ár. Aðrastaðni er tað galdandi frá tíð at børnini eru seks ára gomul, til tey fylla 18.

Endamálið er at fáa fleiri børn og ung at hava eitthvørt skipað frítíðarítriv. Men tað kann vera dýrt í limagjaldi, og øðrum, at taka lut í ymsum frítíðarítrívum, og tí átekur kommunan sær at rinda fyri tað, so at fíggjarliga orkan hjá foreldrunum skal ikki vera avgerandi fyri, um børnini kunnu hava eitt frítíðarítriv, ella ikki.

Sosttatt fáa øll frá null til 17 ár, eitt frítíðarkort frá kommununi, har kommunan setir 2.000 krónur á um árið, har børnini, og tey ungu, sjálvi ráða fyri, hvussu kortið verður brúkt, tað verið seg til ítrótt, mentan, ella okkurt annaðm skipað frítíðarítriv.