Børn og ung skulu fáa ókeypis hjálp frá sálarfrøðingi

Sálarlig heilsa skal javntmetast við likamliga heilsu

Tað skal vera ókeypis, og tað skal vera lætt hjá børnum og ungum at fáa sálarliga hjálp.

Tað halda tey í Tjóðveldi og í Javnaðarflokkinum, og nú hava tey lagt uppskot fyri Løgtingið um at gera tað lættari at fáa sálarliga hjálp til børn og ungÍ hesum sambandi vilja tey hava Løgtingið at samtykkja, at Landsstýrið skal orða eitt uppskot, og leggja tað fyri Løgtingið, sum tryggjar børnum og ungum ókeypis og lætta atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð.

Tey vísa, at í fjør varð ein heildarætlan gjørd fyri sálarliga heilsu í Føroyum og har varð víst á, at alsamt fleiri børn og ung fáa ávísing til sálarfrøðing.

Samstundis varð staðfest, at alsamt fleiri ung ímillum 15 og 24 ár, fáa heilivág fyri tunglyndi og aðrar sálarligar trupulleikar.

Harafturat vísir Almannaverkið á, at sálarligar líðingar, er fremsta orsøkina til óarbeiðsføri hjá ungum føroyingum.

Sernám hevur víst á, at ein vaksandi bólkur av børnum og ungum klára ikki at ganga í skúka tí tey hava angist og aðrar sálarligar trupulleikar.

Og somuleiðis vísa skrásetingar hjá heilsufrøðingum, at umleið fjórði hvør næmingur í fólkaskúlanum hevur trupulleika ið kunna ávirka sálarligu heilsu teirra.

Tey í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi vísa eisini á, at longu á, at ímillum 20 og 40 prosent av teimum ungu hava havt álvarsligar, sálarligar trupulleikar, longu áðrenn tey eru 14 ára gomul.

Men niðurstøðan er eisini, at tað er ikki altíð, at tey fáa tað neyðugu hjálpina.

Tinglimirnir Javnaðarflokkinum og í Tjóðveldi halda, at hesir upplýsingarnir skulu takast í størsta álvara, og at børn og ung tí eiga at ókeypis og lætta atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð.

Men tað er neyðugt, at slík viðgerð er tøk kring alt landið og tey halda, at tað er sjálvsagt, at hetta verður gjørt við at styrkja sálarheilsutænasturnar á heilsudeplunum kring landið.

Soleiðis kundi ein stórur partur av viðgerðunum á Psykiatriska deplinum verið fluttar út um landið og tað hevði eisini minkað um trýstið á sjúkrahúsini, halda tey.

Síðani hevur ein arbeiðsbólkur mælt til, at farið verður undir eina trý ára royndarskipan undir Heilsutrygd við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð fyri ung og vaksin í aldrinum 15 – 35 ár, sum stríðast við angist ella lættari til moderat tunglyndi.

Tað verður mett, at hetta fer at kosta tríggjar milliónir krónur um árið í trý ár, siga tey í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, á.