Børn skulu hava kunnleika til Barnarættindasáttmálan hjá ST

Í gjár tók landsstýriskvinnan við almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, lut á norðurlendska barnaforuminum í Keypmannahavn. Barnarættindi var høvuðsevnið

Tilvildaraliga vald mynd

Tilvildaraliga vald mynd

Á degnum tóku tilsamans 65 børn og ung úr øllum Norðurlondum lut. Tey orðaðu eitt tilmæli við trimum høvuðsevnum. Tilmælini vóru hesi:

- Øll børn og ung í Norðurlondum skulu hava kunnleika til Barnarættindasáttmálan hjá ST og rættindini hjá børnum og ungum í hesum sambandi.

- Øll børn og ung í Norðurlondum skulu hoyrast og vera við í øllum avgerðum, ið viðvíkja teimum sjálvum, á ein slíkan hátt, ið er týðandi fyri børnini og tey ungu.

- Øll børn og ung í Norðurlondum skulu vera partur av einum týðandi felagsskapi, so vit saman kunnu fyribyrgja einsemi.

Tiltakið var í sambandi við, at tað í november 2019 vóru liðin 30 ár síðani Barnarættindasáttmálin varð samtyktur.

Endamálið við degnum var at lurta og hoyra børn og ung úr øllum Norðurlondum greiða frá, hvussu tey halda, at børn og ung enn betur verða tikin uppá ráð í málum, ið viðvíkja teimum sjálvum.

Á degnum fekk landsstýriskvinnan høvi at tosa við børnini og fekk innlit í, hvussu børnini halda, at høvuðsevnini kunnu setast í verk í teirra gerandisdegi heima við hús, í skúla og í frítíðini, skrivar Almannamálaráðið.

Landsstýriskvinnan fegnast um, at børnini og tey ungu eru so áhugaði í og megna so væl at seta orð á, hvussu vaksin og børn saman kunnu virka við til, at grundleggjandi rættindi hjá børnum fáa fremstu raðfesting, skrivar Almannamálaráðið.

– Tað er av stórum týdningi, at ljóskastarin verður settur á rættindi hjá børnum, og at børnini sjálvi eru við í hesum arbeiði. Hetta er ein fortreyt fyri, at høvuðsevnini frá degnum verða raðfest og koma at síggjast aftur í gerandisdegnum hjá børnunum í Føroyum, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Tilvildaraliga vald mynd