Børn við serligum tørvi

Vit skulu verða góð við okkara børn og vit skulu verða serliga góð við okkara børn við serligum tørvi. Soleiðis skal kommunan eisini hugsa. Eingin skal detta ímillum – øll skulu loftast og lyftast upp – og vit skulu halda teimum uppi. Børn, systkin, foreldur, fosturforeldur og avvarðandi skulu hava ta hjálp kommunan er ment at veita.

Á dagstovnaøkinum eiga vit at hava serstovur við normering. Í fólkaskúlanum eiga vit at hava sertilboð øll 10 árini. Hesi, og onnur við, eiga at hava atgongd til flestu frítíðartilboð í kommununi – her skal eingin forðing verða.

Tórshavnar kommuna skal veita okkara borgarum við serligum tørvi allan tann stuðul kommunan hevur heimild at veita. Tað er fremsta uppgávan hjá okkara fólkavaldu, at hjálpa har tørvurin er størstur. Vit skulu veita stuðul og lætta um hjá hesum familjum – alt vit eru ment.

Almannaverkið er myndugleiki á fleiri økjum. Uppgávan hjá Tórshavnar kommunu er at hava gott samstarv og gott samskifti við Almannaverkið á øllum økjum. Børnini við serligum tørvi og avvarðandi kunnu ikki standa við sviðið soð tí at myndugleikarnir ikki kunnu semjast um loysnir fyri tey. Kegl um hvør skal gjalda o.a. er ikki gagnligt fyri børnini. Somuleiðis skal kommunan hava gott samstarv og gott samskifti við aðrar landsmyndugleikar á økinum. Kommunurnar eiga eisini, vegna borgararnar, at trýsta landsins myndugleikar til loysnir sum hava skund. T.d. at byggja íbúðir og heim, so at hesi fáa viriðilig kor og ikki eru so langt frá teirra avvarðandi.

Fyribyrgjandi eiga vit at arbeiða hart fyri at integrera øll fólk, ið flyta í kommununa. Tað er ein íløga, ið munar. Vit duga ov illa at slúsa familjur við fremmandum mentanum inn í samfelagið og, í fleiri førum, viðførir hetta mistrivnað – og úrslitið kann verða, at hesi detta ímillum.

Framhaldandi eiga vit eisini at hava fokus á happing millum børn okkara. Tað eigur ikki at koma fyri í fólkaskúla og í frítiðarfelagsskapum. Tað góða arbeiðið við at fyribyrgja happing skal halda fram og stuðlast. Tí eingin skal detta ímillum!

 Vel nýggja orku í býráðið, eg fari at gera mun.

Jóannes Guttesen,

valevni fyri Tjóðveldi til býráðsvalið í Havn.