Børnini eru fyri mismuni

Øll børn eiga at verða viðfarin líka í Føroyum, men so er ikki í dag.

Børn hjá samkyndum hava ikki rætt til tvey foreldur, hóast foreldrini eru gift. Tað er ikki í lagi.

Børn hjá samkyndum hava ikki rætt at hava bæði foreldrini heima í barnsburðarfarloyvi, sum onnur børn hava rætt til. Tað er ikki í lagi. 

Hetta er ein trupulleiki, sum er lættur at loysa. So ístaðin fyri at brúka tíð og orku upp á eitt høpisleyst kjak, er bara eitt at gera. Loys trupulleikan, so øll børn í Føroyum hava somu rættindi.

Vit í Tjóðveldi fara at gera okkara til, at hetta málið verður loyst.

Beinta Løwe,

tingkvinna, Tjóðveldi