Børnini: - Pápi er ósekur

Tey trý børnini hjá Anne-Elisabeth og Tom Hagen eru onga løtu í iva um, at pápin er ósekur.

Anne-Elisabeth og Tom Hagen eiga trý børn og fleiri ommu-og abbabørn.

Anne-Elisabeth og Tom Hagen eiga trý børn og fleiri ommu-og abbabørn.

 

Stuðulsadvokaturin hjá teimum trimum børnunum hjá Anne-Elisabeth og Tom Hagen, Ståle Kihle, sigur, at børnini eru púrasta sannførd um, at pápin er ósekur.

Sambært Ståle Kihle eru øll trý á einum máli um, at pápin einki hevur við burturblívingina av mammuni at gera, og soleiðis meta tey eisini, at einki hald er í skuldsetingini um dráp ella viðvirkan til dráp.

Advokaturin lýsir støðuna, sum tey trý børnini eru í, sum ógvuliga trupla. Støðan, har mamman hevur verið burtur í hálvt annað ár, hevur verið ógvuliga tyngjandi, og børnini hildu ikki, at støðan kundi gerast enn verri. Men, tað gjørdist hon, nú pápin er skuldsettur fyri dráp.

- Soleiðis er støðan, sum børnini nú eru í, nógv, nógv verri, enn hon hevur verið, sigur stuðulsadvokaturin, Ståle Kihle, sum leggur aftrat, at umstøðurnar nú bæði eru krevjandi og kennast vónleysar.

Í samrøðu við VG vísir stuðulsadvokaturin á, at børnini í hálvt annað ár hava verið í teirri vanlukkuligu støðu, at mamma teirra hevur verið burtur, og nú er pápin eisini handtikin og skuldsettur fyri dráp - ella viðvirkan til dráp av mammuni.

Ståle Kihle vísir á, at hetta eru børnini hjá Anne-Elisabeth og Tom Hagen, men tey øll hava eisini sínar familjur og børn at taka hond um. - Eg trúgvi, at øll kunnu ímynda sær, hvussu trupul henda støða nú er, sigur stuðulsadvokaturin hjá børnunum.

 

 

Anne-Elisabeth og Tom Hagen eiga trý børn og fleiri ommu-og abbabørn.