Børnini siga nei takk til fleiri avhoyringar

Tey hava longu verið til fleiri avhoyringar og duga ikki at síggja endamálið, nú pápin er skuldsettur fyri dráp. Børnini eru sannførd um, at pápin er ósekur.

Tað er ein gáta, hvar Anne-Elisabeth Hagen er. Spurningurin er, um málið nakrantíð verður loyst.

Tað er ein gáta, hvar Anne-Elisabeth Hagen er. Spurningurin er, um málið nakrantíð verður loyst.

 

Norska løgreglan hevur biðið um at sleppa at avhoyra tey trý børnini hjá norsku ríkmanshjúnunum, Tom og Anne-Elisabeth Hagen, av nýggjum. Tað var hin 31. oktober í 2018, at mamman hvarv úr heiminum í Lørenskog, og fram til dagin í dag hevur eingin hvørki hoyrt - ei heldur sæð - nakað til hennara aftur.

Pápin, miljarderurin, Tom Hagen, varð herfyri handtikin á opnari gøtu í Noregi, tá hann var á veg til arbeiðis í bili sínum, skuldsettur fyri at hava dripið ella viðvirkað til dráp av konu síni, Anne-Elisabeth Hagen. Hetta var ein handtøka, sum vakti ans. Løgreglan stongdi gøtur av við blunkandi løgreglubilum, handtók mannin og fór avstað við bilinum hjá honum.

Tom Hagen sat í varðhaldi í 11 samdøgur og varð dømdur at sita avbyrgdur í fyribils fýra vikur, meðan løgreglan gjørdi framhaldandi og nýggjar kanningar í málinum. Tom Hagen kærdi dómin hjá tingrættinum um varðhaldsfongsling til lagmannsrættin, har tveir av trimum dómarum gjørdu av, at hann skuldi leyslatast.

Lagmannsrætturin helt ikki, at løgreglan hevur nóg góð prógv ímóti manninum fyri at hava dripið - ella viðvirkað til dráp - av konu síni. Løgreglan, sum náttúrliga ikki varð nøgd við avgerðina hjá lagmannsrættinum, skeyt tískil avgerðina inn fyri hægsta rætt, men hægsti rættur var samdur í avgerðini hjá lagmannsrættinum.

Tískil varð Tom Hagen leyslatin ímóti viljanum hjá norskum løgregluni. Løgreglan hevur tó framvegis skuldsetingina um dráp ella viðvirkan til dráp hangandi yvir miljarderinum, tí tey meta, at hann er sekur. Ástøðið hjá løgregluni er, at Anne-Elisabeth Hagen er dripin í heiminum í Lørenskog fyrrapartin hin 31. oktober í 2018.

Tom og Anne-Elisabeth Hagen eiga trý børn og fleiri ommu-og abbabørn. Sambært stuðulsadvokatinum hjá Hagen-børnunum, Ståle Kihle, hava hesi nú takkað nei til fleiri avhoyringar hjá løgregluni. Børnini eru nevniliga onga løtu í iva um, at pápin er ósekur, og nú løgreglan hevur skuldsett hann fyri dráp, hava tey ongan hug at snakka við løgregluna.

Stuðulsadvokaturin, Ståle Kihle, váttar yvir fyri VG, at løgreglan hevur vent sær til børnini hjá Tom og Anne-Elisabeth Hagen um, at løgreglan ynskir nýggjar avhoyringar. - Men, børnini hava ikki verið til nýggjar avhoyringar, sigur stuðulsadvokaturin.

Advokaturin vísir á, at tað var ikki fyrr enn seinnapartin seinasta fríggjadag, at hann slapp at síggja skjølini í málinum. Sama dag varð Tom Hagen leyslatin, tí rætturin metir ikki, at sakligar orsøkir eru til at halda, at hann hevur gjørt av við konu sína, ei heldur hevur viðvirkað til dráp.

Sambært VG var tað, meðan Tom Hagen enn sat varðhaldsfongslaður og avbyrgdur, at løgreglan ynskti at avhoyra børnini av nýggjum. - Men, børnini ynsktu ikki avhoyringar í síðstu viku, og tað er eisini náttúrligt, um tey meta tað vera óneyðugt at greiða løgregluni frá av nýggjum, tá tey longu fleiri ferðir eru avhoyrd, sigur stuðulsadvokaturin.

Ståle Kihle hevur áður sagt við VG, at børnini harmast um, at løgreglan hevur brúkt so nógva tíð og orku til at kanna øll viðurskifti hjá pápanum, tá tey eru sannførd um, at pápin als einki hevur við burturblívingina av mammuni, Anne-Elisabeth Hagen, at gera.

- Børnini eru vónbrotin um, at eingin leitar eftir mammuni, tí tað er tað, sum málið átti at snúð seg um. Øll eru samd um, at Anne-Elisabeth Hagen er blivin burtur úr heiminum í Lørenskog tíðliga fyrrapartin hin 31. oktober í 2018. Her lá eisini eitt hóttanarbræv við kravi um loysigjald. Hetta er tað, sum løgreglan sambært børnunum eigur at halda seg til, sigur stuðulsadvokaturin.

 

 

Tað er ein gáta, hvar Anne-Elisabeth Hagen er. Spurningurin er, um málið nakrantíð verður loyst.