Aftur eitt met til CR7

Cristiano Ronaldo hevur nú tikið 79 ára gamla málmetið hjá Isidro Langas

 

 

Isidro Langas hevur í 79 ár havt metið sum spælarin, ið hevur skotið flest mál fyrstu 10 umførini í La Liga. Hetta gjørdi hann í 1935, tá hann skeyt 16 mál fyrstu 10 dystirnar fyri Real Oviedo. men tað metið hevur Cristiano Ronaldo nú tikið.

 

Ronaldo taldist mest sum sjálvandi millum málskjúttarnar, tá Real Madrid um vikuskiftið vann 4-2 móti Granada. Her skeyt Ronaldo sítt 17. mál í La Liga. Og hann hevur enntá bert nýtt níggju dystir til metið, tí Ronaldo sat uttanfyri, tá Real Madrid í august tapti 4-2 móti Real Sociedad.