Børnini sum lótu lív í smáttuni

- Vit hava mist fýra børn, og ein stórur partur av okkara framtíð er ikki longur á lívi, segði sóknarpresturin, Peter Shaw Wilhelmsson.

F.v.: Henning Christian Bang Johansen (15), Mogens Pareli Krogh Hovde (15), Hedda Madell Bang Winther (10) og Gustav Rane Krogh Hovde (12). Mynd: Privat/ Løgreglan.

F.v.: Henning Christian Bang Johansen (15), Mogens Pareli Krogh Hovde (15), Hedda Madell Bang Winther (10) og Gustav Rane Krogh Hovde (12). Mynd: Privat/ Løgreglan.

 

Tað er stór sorg í Vågan kommunu í Noregi eftir eldin í einari smáttu, sum brendi í grund leygarnáttina og kostaði fimm fólkum lívið, harav fýra vóru børn. Einasti, sum yvirlivdi herviliga eldin, var ein maður, sum slapp út og sum skóleysur rann fimm kilometrar til nærmasta granna og boðaði frá.

Men, tá hjálparfólk komu á staðið, var smáttan brend í grund. 

- Tað er við tungum hjarta, at vit mugu staðfesta, at eldurin hevur kravt fimm mannalív. Vit eru kortini fegin um, at tað er eydnast okkum at finna øll, sum fórust í vanlukkuni. Hetta er ein tungur dagur, sum nemir alt lokalsamfelagið, segði leiðarin hjá løgregluni í Lofoten og Vesterålen, Per Erik Hagen, eftir, at øll fimm, sum leitað hevði verið eftir, vóru funnin og staðfest deyð.

Í kommununi hava tey skipað fyri bráðfeingis kreppuhjálp. Leygardagin vóru skúlar opnir, og tvær kirkjur vóru eisini opnar, har avvarðandi kundu fara innar. Sunnudagin vóru eisini fleiri savnað í kirkjunum í Svolvær og Henningsvær, har fólk kundu syrgja saman.

Tey fýra børnini, sum lótu lív, gingu í 5. og 10. flokki í skúlanum í Svølvær og í 7. og 10. flokki í skúlanum í Henningsvær. - Vit hava mist fýra børn, og ein stórur partur av okkara framtíð er ikki longur á lívi. Tað kennist so órættvíst, at børn verða rakt á slíkan hátt, segði sóknarpresturin, Peter Shaw Wilhelmsson, við VG.

Tað er eisini VG, sum - við samtykki frá avvarðandi og løgregluni - hevur lagt út nøvnini á teimum fýra børnunum, sum lótu lív í smáttuni.

Kriminalteknikarar og lokal løgregla arbeiða nú við at finna út av, hví eldur kom í smáttuna. Men, sambært løgregluni, er eingin orsøk til at halda, at hendingin er annað enn ein ófatiliga syrgilig vanlukka, ið hevur rakt familjuna og alt lokalsamfelagið so meint.

 

 

 

F.v.: Henning Christian Bang Johansen (15), Mogens Pareli Krogh Hovde (15), Hedda Madell Bang Winther (10) og Gustav Rane Krogh Hovde (12). Mynd: Privat/ Løgreglan.