Børsen: Betri hevur nógvar kvinnur í leiðandi sessum

Donsku miðlarnir Børsen og Finanswatch gera nógv burturúr, at føroyska fíggjarsamtakið Betri hevur lutfalsliga nógvar kvinnur í leiðandi sessum.

Aslaug Gisladóttir, nevndarforkvinna í Betri P/F

Aslaug Gisladóttir, nevndarforkvinna í Betri P/F

Rákið er annars øvut í Danmark, skrivar Betri í tíðindaskrivi.

– Bara 8 út av 60 bankum í Danmark hava kvinnur í leiðandi sessum tætt upp á stjórn.   
Aslaug Gisladóttir, nevndarforkvinna í Betri P/F, sigur við Børsen, at rákið er ikki komið av kvinnukvotum ella mismuni millum kynini. Hinvegin er meginreglan, at hugt verður at førleikum, tá starvsfólk skulu setast. Tí vinna kvinnurnar ofta, tí nógvar kvinnur í Føroyum eru høgt útbúnar við góðum førleikum, sigur Aslaug Gisladóttir.

##med2##
Betri er skipað við einum móðurfelagi, har bæði stjórin og nevndarforkvinnan eru kvinnur. Í dótturfeløgunum mynda kvinnur 2 út av 4 stjórasessum. Umframt hetta eru 6 út av 9 nevndarlimum í Betri Banka kvinnur.

Aslaug Gisladóttir, nevndarforkvinna í Betri P/F