Bóghvítuhvalir: Gott tað ikki hendi 24 tímar fyrr

Í gjár var heiðursløta í Skopun í samband við bjarging ungum dreingi, sum var endaður úti á streymasjógvi. Bert eitt samdøgur frammanundan vóru fýra bóghvítuhvalir júst um hesar leiðir.

 

 

 

Tað er ikki tespiligt at koma fyri ein bóghvítuhval. Teir eru eirindaleysir, sí filmsbrot niðast í greinini.

Tað er ikki tespiligt at koma fyri ein bóghvítuhval. Teir eru eirindaleysir, sí filmsbrot niðast í greinini.

 

- Tað, sum bindur okkum saman í dag, er feigdarløtan seinasta sunnumorgun, tá ein av spírunum í Skopun mundi farið frá okkum. Men, ljósið var sterkari enn myrkrið, og Jonhard Nicolajsen varð bjargaður.

Soleiðis segði Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu, við høvið í gjár. Hann vísti á, at teir, sum fóru út eftir dreinginum, gjørdu skjótt av, soleiðis at sorgin, sum kundi verið, vendist til gleði.

Jonhard Nicolajsen kom aftur í øllum góðum, og saman við familju og vinum var hann eisini við til heiðursløtuna. Men tað, sum fáur veit, er, at bert 24 tímar, áðrenn hendingina í Skopun, vóru fýra bóghvítuhvalir júst um hesar leiðir.

Tað veit In.fo frá einum av monnunum, sum var við Teistanum á túrinum úr Skopun leygarmorgunin klokkan 08.10, sum bjargingin fór fram sunnumorgunin eftir. Bóghvítuhvalur er glúpskur rovhvalur, sum leypir á hval, kóp og annað livandi.

- Tá vit komu út úr havnini í Skopun, sá eg okkurt í sjónum, og skjótt vísti tað seg, at hetta vóru bóghvítuhvalir - fýra í tali. Teir sóust eisini oman á sjónum, og at síggja til var hetta ein familja, tveir stórir og tveir smærri hvalir, sigur maðurin.

Bóghvítuhvalur er lættur at kenna á tí stóra horninum og teimum hvítu merkjunum aftanvert við hornið. Hvalirnir hava 10-13 tenn hvørju megin í kjaftinum, og tenninar eru einar 6-8 sentimetrar langar.

Tað er ikki tespiligt at koma fyri ein bóghvítuhval. Á filmsbrotinum, sum sæst á leinkjuni her niðan fyri, leypa bóghvítuhvalir á hvølpin hjá einum stórum gráhvali. Stóri hvalurin roynir at verja hvølpin, sum eisini leggur seg tætt uppat tí stóra.

Men, her er eingin góða mamma. Bóghvítuhvalirnir eru eirindaleysir. Skjótt bløðir hvølpurin, og hann hevur ongan møguleika at sleppa livandi undan stóru rovhvalunum, sum vilja honum til lívs.

Ógvusligu upptøkurnar síggjast á hesi leinkju, og vit ávara lesarar okkara um, at hetta eru rættiliga sterkar myndir - https://www.vgtv.no/video/176111/nb

##med2##

 

 

 

 

Tað er ikki tespiligt at koma fyri ein bóghvítuhval. Teir eru eirindaleysir, sí filmsbrot niðast í greinini.

Jonhard Nicolajsen avmyndaður á heiðursløtuni í Skopun í gjár.