Bogi er málleysur

Í kappingini 40-49 menn lættvekt vunnu føroyingar bæði gull og silvur krónur í HM kappingini í inniróðri í Boston

Føroyingar vunnu bæði gull og silvur í Boston í dag. RSF eigur myndina

Føroyingar vunnu bæði gull og silvur í Boston í dag. RSF eigur myndina

Tað er sera gott lag í føroysku kappróðrarleguni í Boston, har tað í dag verður dystast um HM í inniróðri.

Serligan ans hevur tað vakt, at føroyskir rógvarar vunnu bæði gull og silvur í kappingini 40-49 menn í lættvekt. Gull vann Bogi Olsen úr Rituvík í tíðini 6:28.8, og silvur vann Jens Kristian Dam úr Havn í tíðini 6:34.7. Bronsukrónan varð vunnin í tíðini 6:38.5.

 

Nýggi heimsmeistarin er sjálvandi ovurfegin:

-Eg dugi ikki at seta orð á hetta, men talan er um framúr kenslu. Hesum hevði eg ikki roknað við, at ein lítil maður úr Rituvík skuldi vinna HM í Boston í dag.

Ert tú ovfarin?

-Tað kann ikki sigast annað. Eg havi vant í nógvar mánaðir, og fyri seks vikum síðani eydnaðist tað mær at kvalifisera meg til HM kappingina. Síðani tá havi eg vant fram ímóti, at tað í HM kappingini skuldi eydnast at rógva skjótari, enn ta tíðina, sum bar kvalifikatiónina við sær. Tað stóð nógv á, men tað eydnaðist, og eg eri ovurfegin, sigur Bogi Olsen úr Boston.

 

Tølini siga, at sigurin hjá Boga Olsen var sannførandi. Hann var seks sekund frammanfyri silvurvinnaran, og tað vakti ans í Aganis Arena í Boston, har tað verður kappast í dag, at føroyingar struku avstað við bæði gullkrónuni og silvurkrónuni. Næstfremstur var Jens Kristian Dam úr Havn, sum 2. februar fylti 40 ár og harvið hvat aldri viðvíkur akkurát nú hevur kvalifiserað seg at vera við í hesum bólkinum.

Undan fráferðini úr Føroyum hevði Jens Kristian Dam ikki ímyndað sær, at hann fór at vinna heiðursmerki, so talan er eisini hjá honum um framúr avrik.

 

Í fjør vann Dánjal Martin Hofgaard HM, men í dag eydnaðist tað honum ikki at vinna heiðursmerki.

Sarita Hansen var um reppið at vinna bronsu. Hon endaði á fjórða plássi, ið er sama plasering, sum hon endaði á í fjør.

Kendi danski rógvarin Eskild Ebbesen, sum er fleirfaldur gullvinnari í OL kappróðri, hevur lagt føroysku rógvarunum lag á, hvussu teir skulu venja.