Bogi Jacobsen nýggjur stjóri í Varðanum

Hann tekur við aftaná pápa sín

P/F Varðin fær nýggjan stjóra, nú Jákup Jacobsen fer frá sum stjóri. Tað verður sonur hansara, Bogi Jacobsen, ið tekur við sum nýggjur stjóri, sambært Kringvarpinum.

Bogi Jacobsen hevur seinastu árini verið stjóri í Varðanum Pelagic, sum varð stovnað í 2012, men hann tekur nú yvir í móðurfelagnum. 

P/F Varðin varð stovnað í 1985, og felagið hevur nú fleiri enn 30 ár á baki. Umsetningurin er sambært heimasíðuni hjá Varðanum yvir eina milliard krónur, og felagið hevur fleiri enn 375 fólk í starvi.

Varðin rekur í dag fylgjandi uppisjóvarskip:

  • P/F Hvamm – M/S Tróndur í Gøtu
  • P/F Krossbrekka – M/S Finnur Fríði
  • P/F Driftin – M/S Jupiter
  • P/F Gulenni – M/S Tummas T
  • P/F Desin – Høgaklett