Bókin um hagar og fjallatindar í Føroyum

Búnaðargrunnurin hevur givið út bókin »Hagar og seyðamark«, sum Kári Thorsteinsson hevur skrivð. Í bókini er hagayvirliti vísandi hagastødd, áseyðatal, seyðamark, eigarar/festarar/røktarar og hagakort.

Harumframt síggjast tær 85 markatalsbygdirnar og 481 matr. hagarnar í tølum vístar á kortum við áseyðatali og pr. mørk og pr. km².
Harumframt eru:

·      allar viðkomandi lógir og kunngerðir

·      fjallatindar í Føroyum flokkaðar eftir hædd og eftir oyggj og í hvørjum haga teir liggja og hvør stendur fyri haganum

·      forvitnislig grein hjá Eyðfinni Magnussen um føroysku haruna og veiðitøl v.m.

·      um feløgini Jarðir og Hagafelagið

·      kort vísandi býti millum landsjørð og ognarjørð

·      festilistin hjá Búnaðarstovuni

·      seyðamarkini í mynd og teksti

Bókin er 290 síður og kostar 278,00 kr. og fæst í bókabúðunum og kann bíleggjast frá Bókamiðsøluni, á Hjalla 7B, 100 Tórshavn, tlf. 313756 ella skriva til bms(at)bms.fo