Bólkur 5B fær møguliga nakrar fiskidagar afturat

Í gjár boðaði Vørn frá, at fiskidagarnir hjá bólki 5B næstan eru uppi, og tí skuldi allur fiskiskapur hjá bólkinum steðga. Men landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, vil kanna, um bólkurin ikki kann fáa nakrar dagar afturat

Vørn kunnaði í gjár um, at bólkur 5B hevði brúkt 6112 dagar. Til bólk 5B eru tilsamans 6146 dagar tillutaðir. Tískil eru bert 34 dagar eftir.

Tí boðaði Vørn frá, at allur fiskiskapur hjá bólki 5B, skuldi verða hildin uppat í seinasta lagi klokkan 23 í gjárkvøldi.

Støðan hjá bólki 5A var eitt sindur øðrvísi. Bólkurin hevur brúkt 4119 dagar av teimum 4883 døgunum, ið nú eru tillutaðir bólkinum. Tískil eru 764 dagar eftir at brúka hjá bátum í bólki 5A.

Men Jacob Vestergaard segði við útvarpið í gjárkvøldi, at hann nú fer at kanna, um til ber at flyta nakrar fiskidagar afturat frá bólki 5A til 5B.
Hann leggur tó dent á, at bólkur 5A ikki skal mangla dagar.

Fyri 14 døgum síðani vórðu 444 dagar fluttir til 5B, og í juli fekk bólkurin 2150 dagar afturat.

Men hóast tað er ein mánaður eftir av árinum, og bólkurin tvær ferðir hevur fingið dagar afturat, so er nú uppi við døgum.

– Tað er gleðiligt, at tað hevur viðrað hjá bátunum, og at teir hava havt góðan fiskiskap. Spurningurin er nú, um teir kunnu fáa nakrar dagar afturat, men tað verður í øllum førum ikki árið út, segði Jacob Vestergaard við útvarpið.