Bolton liðugur í Hvítu húsunum

Men Trump og Bolton eru ósamdir um hvør endaði samstarvið

Donald Trump og John Bolton. Mynd: Ritzau Scanpix

Donald Trump og John Bolton. Mynd: Ritzau Scanpix

John Bolton er ikki longur trygdarráðgevi hjá amerikansku forsetanum Donald Trump. Tað skriva fleiri altjóða miðlar í kvøld, men ógreitt er hvussu samstarvið teirra millum endaði.
Amerikanski forsetin skrivar á Twitter, at tað var hann, ið bað John Bolton leggja frá sær, tí teir eru ósamdir um fleiri viðurskifti.

- Í gjárkvøldið upplýsti eg fyri John Bolton, at Hvítu húsini hava ikki longur tørv á hansara tænastum. Eg eri sera ósamdur við fleiri av hansara tilmælum. Tað sama vóru fleiri onnur í fyrisitingini. Tí bað eg hann leggja frá sær, og hevur hann eftirlíka tí í morgun. Eg takki John fyri hansara tænastu. Eg kunngeri nýggjan trygdarráðgeva í næstu viku, skrivar forsetin á sosiala miðlinum.

Men sambært BBC er John Bolton ikki samdur við útleggingini hjá forsetanum av hvussu teirra vegir skiltust. Sambært Bolton var tað hann, ið tók stig til tað, og ikki forsetin.

John Bolton og Donald Trump hava verið ósamdir um fleiri viðurskifti ta tíðina, ið Bolton hevur virkað sum trygdarráðgevi. Millum annað hevur Bolton verið fortalari fyri eina harðari linju enn tí hjá forsetanum móti londum sum Iran, Norðurkorea, Russland og Afganistan.

John Bolton tók við starvinum í apríl 2018 og var tann triði trygdarráðgevin hjá forsetanum aftaná Michael Flynn og HR McMaster. 

Donald Trump og John Bolton. Mynd: Ritzau Scanpix