Grindin er avblást

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn váttar nú, at grindin er ikki sædd aftur og er sloppin.

Tað var ein maður á landi, sum sá grindina og sjálvur fór í bát. Aðrir bátar loystu eisini og fóru at leita.

Tað var ein maður á landi, sum sá grindina og sjálvur fór í bát. Aðrir bátar loystu eisini og fóru at leita.

Nógvar kunnu søgurnar vera, tá um góð tíðindini ræður. Soleiðis er ivaleyst eisini, tá tað eru tær keðiligu søgurnar, ið ganga.

 

- Grindin, sum sædd varð út fyri Skálahøvda í morgun, er ikki sædd aftur, og grindaboðini eru avblást.

 

Tað sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn nú fyri In.fo.

 

Vakthavandi sigur, at tað var ein maður á landi, sum sá grindina og sjálvur fór í bát, men fann ikki grindina aftur. Aðrir bátar loystu eisini og fóru at leita.

 

Ymisk vóru tíðindini um, hvør hevði sæð grindina út fyri Skálahøvda í morgun, og hvør hevði boðað frá henni. 

 

Onkur segði, at tað var Smyril, sum hevði boðað frá grindini. Onkur annar segði, at tað var ein sandbátur.

 

Men, versiónin, sum vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, er, at tað var ein maður á landi, sum sá grindina.

 

- Hesin boðaði frá og fór sjálvur í bátin fyri at leita eftir grindini, sum nú er staðfest sloppin, sigur vakthavandi.