Borðreiða havsins fruktir á Barbaru

Seinni í hesi vikuni verður høvi at royna igulker, jomfrúhummara, jákupsskel og ymiskt annað gott úr okkara firðum.

 

 

 

Árið er farið at halla, og nú sæst eisini fyri endan á gastronomiska kalendaranum hjá matstovunum, Heima Í Havn. Tiltøkini hava verið sera væl eydnaði og við fullsettum húsum.

Í september var óføra tiltakið við toski og hýsu av Føroyabanka og umframt føroyingar, vóru tað eisini nógv útlendsk ferðafólk sum nýttu høvið at smakka hesar gastronomisku gimsteinar.

Johan Mortensen telist millum teirra, sum sær stórt í okkara náttúrugivna tilfeingi, sum so stórur áhugi er fyri.

Hann vísir á, at tá næsta tiltak í gastronomiska kalendaranum verður á Barbaru í Havn seinni í hesi vikuni, verður borðreitt við igulkerum, jomfrúhummara, jákupsskeljum og øðrum góðum skeljum úr okkara firðum.

- Hetta eru veruliga havsins fruktir, tí føroyski skeljamaturin er sambært Johan Mortensen í heimsflokki.

Tað verður Kári Kristiansen, sum fer at standa fyri matskránni og frægi sommelierur okkara, John Mikkelsen, fer at seta saman gott vín úr Spaniu og Portugál.

- Eg ivist onga løtu í, at hetta verður eitt fantastiskt upplivilsi - við skeljamati og víni, sum er sera vælegnað til fjølbroytta og vælsmakkandi skeljamatin, sigur Johan Mortensen.

##med2##