Borgarafundur í Nólsoy

Í annaðkvøld klokkan 19.30 verður borgarafundur hildin í bygdarhúsinum í Nólsoy. Millum annað skal heildarætlan úti á Klivum, nýggja útstykkingin undir Bøbrekku og vetrarfriðing umrøðast

Fleiri ymisk mál er á skrá, tá ið borgarafundur verður í Nólsoy í annaðkvøld. Annika Olsen, borgarstjóri bjóðar vælkomin, men annars eru tað fólk í umsitingini, sum fara at umrøða ymisk evni.

Framtíðar bústaðir í Nólsoy skulu umrøðast. Barbara Mikkelsen, leiðari á býarskipanardeildini fer at umrøða uppskot til heildarætlan úti á Klivum, og Kári Egholm frá teknisku deild fer at umrøða nýggju útstykkingina undir Bøbrekku.

Býarskipanardeildin fer at tosa um almenn og grøn øki, Gunnar Djurhuus, økissamskipari, fer at tosa um vetrarfriðing og Sigurð Ó. Vang, leiðari á mentanardeildini, fer at tosa um skúlaskap og kvøldskúlan.

Eftir at øll hesi hava lagt sítt fram, sleppa nólsoyingar til orðanna, tá ið ’orðið er frítt’.