Borgarafundur í Nólsoy í næstum

Mikukvøldið 30. septembur klokkan 19.30 verður borgarafundur hildin í Nólsoy.

Tórshavnar Kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at á skránni verður millum annað framløga um ferðavinnuætlanina fyri oynna. Bústaðarbygging í Nólsoy verður eisini á skrá. Og so verður greitt frá um brimverju og viðurskiftini á vøllinum.