Borgaralistin fer at stilla upp í Havn

– Jú, tað verður ein listi, men vit verða ikki so nógv á listanum.

 

 

Tey telja atkvøður í Høllini á Hálsi í Havn

Tey telja atkvøður í Høllini á Hálsi í Havn

Tað sigur Rani Skaalum, sum er stigtakari til ein uttanflokkalista í Havn til kommunuvalið 10. november.

Freistin at lata listarnar inn gongur út í morgin klokkan 18, so tí er bara eitt samdøgur eftir at arbeiða í.

– Sum nú er eru vit bara trý fólk á listanum, men tað er onkur, sum enn ikki hevur svarað endaliga, sigur Rani Skaalum.

Men greitt er, sigur hann, at tey trý, sum eru á listanum, í øllum førum fara at stilla upp.

– Onkur kanning vísti, at eini 60 prosent av fólkunum í Havn vilja hava ópolitiskar listar. Nú fara vit so at kanna, hvussu tað fer at ganga, sigur hann.

##med2##

Fyri at vera valdur í Tórshavnar býráð, skal ein flokkur hava minst 1/13 av atkvøðunum. Á seinasta býráðsvali fekk Fólkaflokkurin síðsta sessin, sum tá kostaði 829,50 atkvøður svarandi til 6,8 prosent av atkvøðunum.

Hevði Borgaralistin tá fingið 830 atkvøður, so varð hann valdur í býráðið við 13. býráðsliminum.

Tey telja atkvøður í Høllini á Hálsi í Havn

Rani Skaalum er stigtakari til Borgalistan, sum sambært honum stillar upp til býráðsvalið í Havn