- Borgarar í Tórshavn hava uppiborið betri

Eigarafelagið Eystan Kongavarða hevur fingið arkitekt at avmynda hvussu ætlaða íbúðarbyggingin Undir Kongavarða fer at ávirka sólargang og útiumhvørvi

Eigarafelagið Eystan Kongavarða hevur fingið arkitekt at avmynda hvussu ætlaða íbúðarbyggingin Undir Kongavarða fer at ávirka sólargang og útiumhvørvi

- Við at kroysta nærum 100 smáar leiguíbúðir í bíligari dygd saman á einum alt ov lítlum øki ger Tórshavnar Býrað við Anniku Olsen, borgarstjóra á odda, eitt mistak av søguligum dimensiónum, sum fer at kosta Havnini dýrt í framtíðini og skapa trupulleikar, sum verða torførir at loysa.

Soleiðis byrja Eigarafeløgini undir Kongavarða og eystan Kongavarða, ið umboða 119 búeindir, eitt mótmælisskriv sent fjølmiðlunum, har tey staðiliga mótmæla nýggju íbúðarbyggingina undir Kongavarða, ið felagið MARK hevur fingið rættindini at byggja.

Í mótmælisskrivinum fegnast eigarafeløgini um, at kommunan ynskir at loysa bústaðartrupulleikan í høvuðsstaðnum, men tey halda lítið um verandi verkætlan.

- Men góður vilji at nøkta bústaðartørvin má ikki blíva til óumhugsaðar hovsa loysnir, har dygdin og langskygni má víkja fyri politiskari profilering og vinnuligum seráhugamálum. Tí fáar verkætlanir eru so sjónligar og varandi sum íbúðarbygging. Bústaðareindir og økir, sum vit byggja í dag, koma at vera karmur um lívið hjá havnarborgarum í komandi áratíggjur, og koma at mynda býin og fólkið her býr. Tí er ikki líkamikið hvørjar bústaðarkarmar Tórshavnar Kommuna gevur havnarborgarum at liva í.

Um sjálva verkætlanina skriva eigarafeløgini, at tey upp á allar mátar er ein vána loysn, ið kemur eitt misprýði fyri høvuðsstaðin.

- Tórshavnar býur fær eitt skemmandi sár fyri eftirtíðina. Íbúgvarnir í teimum 94 íbúðunum fáa liviumstøður, sum ikki hóska seg í Føroyum anno 2019, og grannarnir missa eitt fríøki og sólargang, og tær longu vánaligu ferðsluumstøðurnar verða ótolandi hjá øllum, skriva feløgini og leggja aftrat.

- Ístaðin fyri skilagóða bygging fáa vit høgar skemmandi íbúðarblokkar, mest líkir teimum vit kenna frá leiguíbúðarblokkunum á Eirargarði, ið fáur í dag man meta sum góð føroysk bygging, og sum mest av øllum leiða tankarnar á miseydnaða íbúðarbygging í Nuuk í seksti- og sjeytiárunum. Hesum slag av illa umhugsaðari íbúðarbygging var Havnin tíbetur nærum spard fyri, men so verður ikki framyvir, um ætlaða byggingin av íbúðarbarakkum ikki verður steðgað.

Eigarafeløgini enda mótmælisskrivið við at vísa til Mjølnerparkina og Gellerupparkina í Danmark, ið eru kend sum tvey av ghetto-økjunum í Danmark.

- Undir Kongavarða verður vónandi ikki nøkur Mjølnerpark ella Gelleruppark. Til tess er Havnar býur kanska ov lítil, og óumhugsaða byggiverkætlanin ov avmarkað. Men tað fer at tæna sitandi býráð og borgarstjóra til lítlan sóma, at man offraði alla vitan, vit hava í dag, um skynsama bygging av leigubústøðum. Framtíðar íbúgvarnir í leiguíbúðum í Tórshavnar Kommunu hava uppiborið betur enn at búgva í tætt stúvaðum íbúðarbarakkum, skriva eigarafeløgini.

Til ber at lesa alt mótmælisskrivið við at trýsta á her.

Eigarafelagið Eystan Kongavarða hevur fingið arkitekt at avmynda hvussu ætlaða íbúðarbyggingin Undir Kongavarða fer at ávirka sólargang og útiumhvørvi