Borgarar sleppa at spyrja um vindmyllur

Ætlanin við borgarafundinum er at geva SEV høvi at greiða frá - og borgarunum høvi at seta spurningar.

 

 

 

Týskvøldið hin 16. mars klokkan 19 verður borgarafundur í Hólmahúsinum á Eiði, og fundurin verður hildin í samband við vindmylluætlanina hjá SEV á Suðurhelvt, sum tey rópa tað á Eiði.

- Ætlanin við fundinum er at geva SEV høvi at greiða frá, so borgararnir fáa innlit í málið og fáa møguleika at seta SEV spurningar. Koronutilmælini verða fylgd, og tí kunnu í mesta lagi 200 borgarar savnast til fundin.

Í Eiðis kommunu verður víst á, at tað verður borgarstjórin, Rógvi Egilstoft, sum fer at bjóða vælkomin. Síðan fer SEV at greiða frá um vindmylluætlanina og gongdina í málinum, og høvi verður hjá áhoyrarum at seta spurningar.