Borgarliga samgongan er skipað

Hóast Bárður Nielsen er farin at tosa við Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, so skilst á lagnum, at borgarliga samgongan er í pottinum, og at Bárður Nielsen fer at geva tingformanninum boðini, tá teir hittast klokkan 13.

Sum in.fo skilir støðuna, so hava Bárður Nielsen, Jørgen Niclsen og Jenis av Rana tosað saman beint eftir at Bárður Nielsen hevði verið hjá løgtingsformanninum klokkan 9:30.

Stóra ósemjan hevur verið um málsøkjabýtið. Sum skilst hava Miðflokkurin og Fólkaflokkurin bakkað fyri krøvunum frá Sambandsflokkinum.