Borgarliga samgongn er komin á mállinjuna

Tað segði Bárður Nielsen, tá hann á middegi hevði verið og greitt løgtingsformanninum frá, hvussu tað gongur við samráðingunum.

Bárður Nielsen sigur, at nú er komið undir land við samráðingunum um at skipa nýggja samgongu. Men hann vísir eisini á, at tað er undir landi, at flúrarnir eru.

##med2##

In.fo var í Løgtinginum, tá Bárður Nielsen var hjá løgtingsformannin. Trýstið á pílin á myndini fyri at hoyra, hvat Bárður Nielsen segði seg hava greitt løgtingsformanninum frá.

Á middegi var Bárður Nielsen, samráðingarleiðari, hjá løgtingsformanninum og greiddi frá samráðingarstøðuni