Borgarstjóri ikki tikið endaliga avgerð

- Men, nógvu áheitaninar hava fingið meg at ivast, sigur Jógvan í Skorini.

 

 

- Tað stendur væl til fíggjarliga í Eiðis kommunu, sigur borgarstjórin, Jógvan í Skorini.

- Tað stendur væl til fíggjarliga í Eiðis kommunu, sigur borgarstjórin, Jógvan í Skorini.

 

Enn eru nakrir dagar eftir, til listarnir til kommunuvalið skulu verða inni, men enn hevur borgarstjórin í Eiðis kommunu seinastu átta árini, Jógvan í Skorini, ikki tikið endaligu avgerðina um, hvørt hann skal lata seg stilla upp aftur ella ei. - Jú, tað er púra rætt, at eg havi verið í iva. Eg var rímiliga avkláraður við, at eg skuldi gevast í kommununi nú, men nógvu áheitaninar um at lata meg stilla upp aftur hava fingið meg at ivast.

Tað sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu.

Í Eiðis kommunu, sum hevur lægsta skattaprosent í miðstaðarøkinum, er nógv gjørt seinastu árini, men hóast stóru íløgurnar í eitt nú fótbóltsvøll, ítróttarhús og skúla, hevur kommunan lítla og onga skuld. - Eg vil siga, at tað stendur ógvuliga væl til í kommununi fíggjarliga. Skuldin er einar seks miljónir krónur av einari álíkning á umleið 30 miljónir árliga. Í so máta er tað stuttligt at reka kommununa, sigur Jógvan í Skorini.

Hann vísir á, at stórur áhugi hevur verið fyri at seta búgv í kommununi, og hetta sæst eisini aftur í fólkatalinum, sum hevur verið í vøkstri. - Fyri átta árum síðan vóru vit 666 borgarar í Eiðis kommunu, sum eisini fevnir um Ljósá og Svínáir. Í dag eru vit 772. Tað merkir, sum eg onkuntíð havi víst á, at umleið áttandi hvør persónur, sum vit møta í kommununi í dag, búði ikki her fyri átta árum síðan, sigur borgarstjórin.

Áhugin fyri at búgva í Eiðis kommunu sæst eisini aftur í sethúsaprísinum, tá eldri ella gomul hús verða seld. - Eini gomul hús við at kalla ongum grundstykki eru nýliga seld í kommununi fyri umleið hálva aðru miljón. Tað merkir, at húsaprísurin er farin nógv upp, nú eftirspurningurin er so nógv vaksin.

Jógvan í Skorini heldur, at nýggjari hús, sum kanska eru bygd fyri eini 20-40 árum síðan, hava eitt søluvirði í kommununi, sum liggur oman fyri tvær miljónir í dag. - Hetta eigur so eisini at hava týdning, tá fólk, sum vilja byggja nýtt, skulu fíggja sína íløgu hjá lánistovnunum, heldur borgarstjórin fyri.

Á Eiði er ein íbúðarverkætlan í umbúna, har eitt privat felag ætlar at byggja einar seks ella átta íbúðir, sum minna um íbúðirnar, ið Bústaðir hava bygt eitt nú í Leirvík og á Strondum. - Talan er um eitt øki vestan fyri viðgerðarstovnin Frælsi á Eiði. Hetta er eitt gamalt kampingøki, sum kommunan átti. Vit bjóðaðu økið út og felagið, sum keypti, hevur nú ætlanir um at byggja íbúðir á økinum.

Borgarstjórin veit ikki við vissu, um talan verður um íbúðir til leigu ella til keyps. - Eg veit ikki, um hetta er endaliga avgjørt enn, men sum kommuna dámar okkum sjálvsagt best, um slíkar íbúðir verða leigaðar ella keyptar av familjum, sum vilja búgva her. 

Jógvan í Skorini fegnast um, at bústaðarmynstrið í kommununi broytist og fjøltáttast. - Soleiðis, sum eg havi skilt, liggur verkætlanin við íbúðunum meira ella minni kár. Her verður sera gott útsýni, og hetta verður ein fantastiskur møguleiki hjá fólki, heldur borgarstjórin.

Á Eiði hevur kommunan nøkur tøk grundstykki við Gerðisveg, sum liggur frá ítróttarhøllini og út eftir, men borgarstjórin væntar, at neyðugt verður við einari størri útstykkingarætlan í komandi skeiði. - Fara vit nøkur ár aftur, er nógv bygt í Svínáum, og bygdin er vaksin nógv. Eg vænti, at vit skjótt - og kanska longu í hesum árinum - fáa nøkur nýggj grundstykki í Svínáum, har vegurin til grundstykkini er gjørdur, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu.

##med2##

 

 

 

- Tað stendur væl til fíggjarliga í Eiðis kommunu, sigur borgarstjórin, Jógvan í Skorini.

Hóast Eiðis kommuna hevur gjørt íløgur í fótbóltsvøll, ítróttarhús og skúla, hevur kommunan lítla skuld.