Borgarstjórin skjýtur við kanónum. Men út í tóma luft

Størsta ynskið hjá borgarstjóranum er eftir øllum at døma, at eg skal vera fyri ognarskatti. Men óansæð hvussu Annika Olsen leikar í, uttan mun til hvussu skjótt spinnaríið hjá Fólkaflokkinum koyrir, so fær hon ikki broytt einfalda veruleikan, at eg ikki eri fyri ognarskatti. Og at ognarskattur ikki er partur av valskrá Javnaðarfloksins.

Og eg má siga, at tað undrar meg, at Fólkaflokkurin nú vil byggja alt sítt valstríð á nakað, sum ikki passar.

Kann borgarstjórin ikki í staðin siga okkum, hvat hon ætlar á bústaðarpolitiska økinum?

Kann hon nú siga okkum, hvussu hon ætlar at loysa tað, hon ikki hevur megnað seinastu fýra árini?

Vit mangla bústaðir, Annika. Ikki partapolitisk ósannindi.

Heldur enn at spilla borgarans tíð uppá ósannindi, átti borgarstjórin at vent sær til sítt egna landsstýrisfólk í almannamálum, sum jú hevur avgjørt, at Bústaðir ikki skulu sleppa at byggja bíligar íbúðir í Havnini.

Adressan er skeiv, Annika. Tað er títt egna politiska bakland, sum ikki vil, at vanlig fólk skulu kunna búgva í Havn.

Men tað vilja vit í Javnaðarflokkinum.

Eg má tó viðurkenna, at eg fór skeivur, tá eg í gjár legði borgarstjóran undir at skjóta spurvar við kanónum.

Hon skjýtur við kanónum. Men út í tóma luft.

Heðin Mortensen,

Javnaðarflokkurin