Borgarstjórin stillar upp á nýggjum lista

– Hann hevur ein av núverandi kommunustýrislimunum afturat sær, men so eru fleiri afturat

Tað er nú greitt, at ein nýggjur listi fer at stilla upp til kommunustýrisvalið í Fuglafirði. Tað er Listi Á, sum hevur ellivu valevni á listanum, fimm kvinnur og seks menn.

Eitt av valevnunum er Sonni á Horni, sum er borgaratjóri í Fuglafirðu og afturat sær hevur hann eisini Ólav Larsen, sum er bygdaráðslimur og formaður í mentamálanevndini, umframt níggju onnur valevni.

Tey fara til val við herrópinum, trivnaður, umhvørvi og samstarv. Tey siga í eini fráboðan, at tey vilja tryggja, at tað er borgarin sum er í miðdeplinum, tá kósin verður sett fyri tey næstu fýra árini.

Tey vilja slóða fyri, at fólk flyta til Fuglafjarðar og tey fara at leggja dent á umhvørvið, eisini í samband við, hvussu bygningar og lendi verður skipað so at Fuglafjørður kann gerast ein fyrimyndarlig kommuna á tí økinum. Tey vilja eisini hava gott samstarv við vinnuna og ímillum kommunurnar, og við landsmyndugleikarnar. 

Tey sum stilla upp á lista Á, eru: 

Gudny Vang,

Ólavur Larsen,

Lillian Jacobsen,

Sonni á Horni,

Bergtóra Cederiusdóttir,

Sæbjørn Leiti,

Niels Midjord,

Rebekka P. Zelander,

Thordur Egholm,

Anna H. Abrahamsen

Jóhan Petersen