Born Global - føroyskar fyritøkur á altjóða marknaðinum

Ein avbjóðing fyri føroyskar fyritøkur er, at heimamarknaðurin er lítil og tí kann vera alneyðugt at koma út á altjóða marknaðin, um fyritøkan skal veksa.

 

 

 

 

Forvitnisligt útflutningstiltak verður hin 13. juni í Konghøll í Sjóvinnuhúsinum, har sjóneykan verður sett á altjóða marknaðin og føroyskar fyritøkur á altjóða marknaðinum. Á tiltakinum verður ljós varpað á avbjóðingarnar at koma út á altjóða marknaðin, hvussu føroyskar fyritøkur hava klárað hetta, og hvørjar avbjóðingarnar eru við at virka á altjóða marknaðinum.

Tað eru Vinnuframi, Hugskotið, Íverksetarahúsið, Framtak og uttanríkis-og vinnumálaráðið sum saman standa fyri tiltakinum.

- Ein, sum hevur fingið sera góð úrslit við at koma út á altjóða markaðin, er danin Mads Faurholt-Jørgensen. Hann hevur frá ungum árum veruliga gjørt vart við seg í Danmark sum eitt framúrskarandi talent í fíggjarheiminum og innan íverksetan.

##med2##

Tað siga tey, sum standa aftan fyri tiltakið. Lagt verður aftrat, at sum 26 ára gamal gjørdist Mads Faurholt-Jørgensen stjóri í asiatisku deildini á stóru altjóða fyritøkuni Groupon, og fyri hesa tíð hevði hann verið partnari í konsulentfyritøkuni, Mckinsey & Co í fimm ár.

- Í dag er hann stjóri í altjóða fyritøkuni Nova Founders Capital, sum hann hevur verið við til at stovna, umframt at hann hevur verið við til at stovna 30 aðrar fyritøkur. Hann er eisini serkønur ráðgevi hjá ES innan íverksetan á alnótini.

Mads er útbúgvin bachelor í Business Administration frá CBS og hevur eina MBA frá MIT. Hann verður høvuðsfyrilestrarhaldari á tiltakinum í Sjóvinnuhúsinum. Við støði í sínum royndum fer hann at hava eina gjøgnumgongd av nútíðar best-practice og fer at tosa um, hvat kemur at eyðkenna eina væleydnaða talgilda fyritøku í tí talgildu framtíðini, og hvussu hann metir, at fyritøkur eiga at bera seg at á altjóða marknaðinum.

- Hann fer eisini at tosa um, hvat hann vildi gjørt øðrvísi, um hann fór á marknaðin í dag, og hvat hann hevur lært av sínum feilum. Høvuðstøðið í fyrilestrinum kemur at vera, hvørjar leiðslustrategiir rigga, og hvørji handilsmodel eru neyðug fyri at eydnast væl í einari talgildari framtíð, siga fyrireikararnir.

Føroyar hava eisini fyritøkur, sum hava staðið seg væl á altjóða marknaðinum, og hava fyrireikararnir boðið fýra teirra at koma og greiða frá teirra royndum í Sjóvinnuhúsinum.

- KT-fyritøkan Farpay fór eftir stuttari tíð út á altjóða marknaðin eftir at hava roynt seg við góðum úrslitum í Føroyum. Í dag hevur fyritøkan størsta partin av virksemi sínum uttan fyri Føroyar, og hevur fyritøkan havt stóra framgongd, síðan hon varð sett á stovn. Farpay vann eisini heiðurin sum ársins íverkseti á Íverksetaradegnum herfyri.

Víst verður á, at fyritøkan Faroeknit sum selur troyggjur og bindiuppskriftir, selur stóran part av sínum vørum á amerikanska marknaðinum, og eru vørurnar marknaðarførdar ígjøgnum instagram, har fyritøkan í dag hevur yvir 15.000 fylgjarar.

- JT Electric hava fingið sær serkunnleika innan loysnir til fiskivinnuna og hevur tað eydnast sera væl hjá teimum at fáa sínar vørur á altjóða marknaðin.

At enda verður víst á, at TUTL International arbeiðir støðugt við at seta sjóneykuna á føroyskan tónleik uttanlands og fer umboð frá fyritøkuni at greiða frá, hvussu tey arbeiða við at fáa føroyskan tónleik út um landoddarnar.

##med3##

- Á tiltakinum kemur eisini Gunvør Balle úr uttanríkis- og vinnumálaráðnum at greiða frá, hvussu ráðið stuðlar føroyskum fyritøkum, sum vilja út á áltjóða marknaðin.

Tiltakið verður sett klokkan 13 av landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálaráðum, Poul Michelsen. Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis, men krevur skráseting.