Bráðtíðindi: Hava fingið nýggja avtalu um Brexit

Men enn eru ikki allar súður syftar, tí hon er ikki góðkend enn - og mótstøðan er hørð

Tað hevur nú eydnast enska forsætisráðharranum, Boris Johnson, og ES myndugleikunum, at semjast um eina nýggja avtalu um Brexit.

Tað vátta bæði Boris Johnson, og formaðurin í ES nevndini, Jean-Claude Juncker í morgun, skriva útlendskir miðlar.

Har tað er ein vilji, er tað eisini ein vegur - og ein avtala, skrivar Jean-Claude Juncker á sosialu miðlunum.

Hann sigur, at hetta er ein rættvís avtala, sum er í javnvág ímillum ES og Bretland.

Boris Johnson sigur, at talan er um eina fantastiska avtalu.

Men enn eru ikki allar súður syftar, tí avtalan skal bæði góðkennast í ES og í enska Undirhúsinum.

Og í morgun skrivar Skynews, at DUP, sum er sambandsflokkurin í Norðurírlandi og stuðulsflokkur hjá bretsku stjórnini, hevur boðað frá, at tey taka ikki undir við avtaluni. Og tað hevur avgerandi týdning, tí flokkurin hevur níggju umboð í bretska Undirhúsinum.

Eisini Jeremy Corbyn, leiðari í Labour, hevur mælt til at havna avtaluni og eisini onnur í bretska undirhúsinum siga, at stríðið um Brexit er als ikki liðugt, og tað so langt frá eisini.